Lufthansa skuldi keypa SAS

Fyri fýra árum síðani gngu leysasøgur um, at týska flogfelagið Lufthansa skuldi keypa tað skandinaviska felagið SAS, og nú váttar kunningarstjórin hjá Lufthansa, Aage Dünhaupt, at semja var um handilin í 2008. Við svenska blaðið Dagens Industri sigur hann, at allir partar, eisini stjórnirnar í Danmark, Svøríki og Noregi, tóku undir við handlinum.

-Vit høvdu enntá ásett, hvønn dag vi skuldu halda tíðindafund og almannakunngera sáttmálan, sigur Aage Dünhaupt við tað svenska blaðið. Men tveir tilburðir steðgaðu ætlanini.

Tann fyrri var í august í 2008, tá eitt ferðamannaflogfar hjá SAS-felagnum Spanair datt niður, júst sum tað var farið á flog av Barajas-flogvøllinum uttan fyri Madrid. 154 fólk doyðu. Tann seinna hendingin var, tá íløgubankin Lehman Brothers fór á húsagang í september í 2008.

Tey seinnu árini hevur SAS havt stórar fíggjarligar trupulleikar. Tað hevur fingið greinarar at spyrja, um felagið verður selt, men sambært Aage Dünhaupt skulu skandinavar ikki vænta at fáa nakað tilboð frá Lufthansa. Nú hevði týska felagið ikki fingið nakran vinning av at keypa SAS, og harafturat hevur Lufthansa egnar trupulleikar at dragast við.