Týska flogfelagið Lufthansa hevur keypt allan partapeningin í lágprísflogfelagnum Germanwings. Lufthansa átti 49 prosent av partapeninginum frammanundan. Germanwings bleiv stovnað í 2002. Felagið rekur 25 flogfør av slagnum Airbus A319 og flutti í fjør meiri enn átta milliónir ferðafólk millum 69 ymsar floghavnir.
Lufthansa hevur eisini keypt 41,5 prosent av partapeninginum í tí almenna eysturríkska flogfelagnum Austrian Airlines. Týska felagið hevur kunngjørt, at tað ætlar at keypa hin partin av eysturríkska felagnum næsta ár.