Lufthansa gevst at flúgva til fleiri býir í Miðeystri

- Orsøkin er óttin fyri, at stríðið í Miðeystri økist, sigur týska flogfelagið fyrrapartin.

Týska flogfelagið hevur gjørt av ikki at flúgva til fleiri býir í Miðeystri teir næstu dagarnar.

 

Talan er um býirnar, Tel Aviv í Ísrael, Teheran í Iran, Beirut í Libanon, Amman í Jordan og Arbil har norðuri í Irak.

 

Steðgurin í flogferðsluni til hesar býir er fyribils galdandi til hin 26. august.

 

Fyrrapartin í dag segði Lufthansa, at flogfelagið fer ikki at flúgva gjøgnum iranskt og irakist loftrúm teir næstu dagarnar.

 

- Orsøkin til hesa avgerð hjá týska flogfelagnum er óttin fyri, at stríðið í Miðeystri økist, veit tíðindastovan NTB at siga í dag.