Sjúrður Guðjónsson
Tórshavn, 26. august 2005
Bæði SVF og útvarpið hava í vikuni havt nøkur innleg um luftdálking frá skipum. Ongastaðni í innleggunum verður víst á hvørjar altjóða avtalur regulera nevndu luftdálking, men undirforstaði er ivaleyst, at tað er Kyoto-avtalan sipað verður til, tá tað fyri tað mesta verður víst til koltvíiltudálking.
Tá Eyðun Eltør var landsstýrismaður í olju- og umhvørvismálum kom fram, at føroyingar fóru at bíða við at ratifisera Kyoto-avtaluna, tí ein komandi frálandavinna fór at økju um koltvíiltu útlátið. Eisini var tá nevnt nakað um skip - at ein stórur partur av okkara koltvíiltu útláti stavar í løtuni frá skipum - soleiðis at vit ikki uttan víðari kundu undirskriva avtaluna, sum leggur upp til minking av útlátinum.
Sami undirtóni er nú í kjakinum í Kringvarpinum. Kyoto-avtalan áleggur flagstatum at minka um útlátið frá skipum. Men er hetta so....?
Havi seinastu dagarnar roynt at kanna hesi viðurskifti. Tað, sum eg fyribils haldi meg hava funnið útav er, at Kyoto avtalan umfatar ikki skip í heilatikið.
IMO - altjóða sjóvinnufelagskapurin undir ST - arbeiðir í løtuni við einari "index-skipan" fyri skip.
Hetta fer helst at snúgva seg um nøkulunda somu kvotaskipan sum Kyoto-avtalan ásetur í samband við t.d. idnaðin á landi, har tey ymisku londini fáa tilluta eina ávísa umsetiliga kvotu av koltvíiltu útláti. Menningarlondini fáa stórar kvotur, meðan ídnaðarlondini fáa eina smærri kvotur.
Sum skilst er nevnda arbeiði í IMO nærum uppsteðgað og verður allarhelst ikki liðugt tá Kyoto avtalan verður endurskoða í 2012.
Hinvegin hevur IMO arbeitt við einum nýggjum Annex til MARPOL-konventiónina - Annex VI. Her skulu øll skip (eisini fiskiskip) yvir 400 BT frá 2008 hava útgerð, sum generelt minkar um luftdálkingina. Eisini skulu skipini kunna dokumentera hvussu hetta verður gjørt við m.a. mannagongdum og skrásetingum.
Mín niðurstøða er, at Kyoto-avtalan ongar ásetingar hevur um skip, men at hetta møguliga verður ein partur av endurskoðanini í 2012.
Tað kann eisini hugsast at "ískoyti" frá flagstatunum til Kyoto-avtaluna, júst verður tað nýggja Annex VI í MARPOL-konventiónini. Tá skip, serliga handilsskip, verða javnan handlaði millum lond (flagstatir), er væl hugsandi at "dálkingarkvoturnar" verða býttar út á skipini, reiðarnar ella okkurt líknandi.
Vil at enda heita á Kringvarpið um at lýsa hetta sera áhugaverda og viðkomandi evni nærri, serliga við atliti til altjóða avtalur og konventiónir.










