Bakarin hjá Mylnuni biður um umbering fyri at selja breyð við ov nógvari luft í. Hann bjóðar franskbreyð fyri hálvan prís restina av vikuni.
– Hevur tú keypt eitt breyð við ov nógvari luft í, kanst tú koma inn í ein av okkara handlum og fáa nýggja vøru ella pengarnar aftur, sigur bakarin, sum leggur afturat, at fólk eru vælkomin at senda Mylnuni mynd á eim@mylnan.fo ella á facebook.
Franskbreyð-tilboðið hjá Mylnuni er galdandi til og við sunnudagin 4. juni 2017
Trýst á pílin á myndini fyri at hoyra og síggja bakarin geva ein treytaleysa umbering fyri »luftigu« fransbreyðini.