Ludvík Petersen 50 ár

Sunnudagin 9. desember 2005 fyllir Ludvík Petersen í Havn 50 ár.

Ludvík er føddur og uppvaksin í Havn. Í ár verða tað 30 ár síðan hann byrjaði sum sjálvstøðugur og stovnaði sína egnu fyritøku.

Eftir lokna skúlagongd fór Ludvík í læru sum bilmekanikari hjá Reyni Service, sum tá helt til í Rættará og umboðaði ensku BLMC bilmerkini sum t.d. Morris, MG og Wolseley.

Hann var útlærdur í august 1975, og sama ár stovnaði hann Bilfríðkan við Velbastaðvegin. Hann byrjaði í eini 40 fermetra stórari garasju.

Seinni bygdi hann tveir stórar virkisbygningar á trøðni hjá foreldrunum.

Í 1982 byrjaði Bilfríðkan at innflyta skaddar bilar, ið vórðu settir í stand og seldir.

21. januar 1988 brendi annar virkisbygningurin við bilverkstaði, goymslu og skrivstovu í grund, og alt virksemið hjá fyritøkuni varð síðan flutt í bygningin við síðuna av, sum Bilfríðkan eisini átti.

1. februar 1988 yvirtók Bilfríðkan Fiat umboðið í Føroyum, og seinni eisini umboð fyri amerikansku bilarnar hjá General Motors. 1. oktober 1989 yvirtók Bilfríðkan eisini BMW umboðið í Føroyum.

Tá virksemið var upp á tað mesta, arbeiddu 22 fólk hjá Bilfríðkan.

Í 2004 lat Ludvík umboðini fyri Fiat og BMW frá sær, leigaði bygningarnar við Velbastaðvegin út og keypti ein bygning á Hjalla, har hann 15. mai læt upp eina brúktbilasølu og leigar bilar út.

Ludvík er sonur Alisu, f. Hammer, ættað úr Hvalba, og Dánjal Petersen (Dánjal í Skóbúðini) í Havn. Hann er giftur við Sólbjørg, f. Joensen, ættað úr Leirvík. Tey eiga fýra børn: Mariann, Dánjal, John og Ísak.

Í frítíðini er familjan nógv í hugnaligu summarhúsunum, tey eiga í Leynum.

Føðingardagin er Ludvík burturstaddur.