Ludvík: Kappróðurin er primitivur

Serfrøðingurin, sum aftur situr við árarnar, ásannar, at eitt er at venja og leggja til rættis, og nakað annað er at vera partur av eirindarleysu kappingini

Seinastu árini hevur Ludvík við Stein við sínum stóra innliti í kappróður og góðu gávum at miðla syrgt fyri, at vanligi føroyingurin hevur havt betri møguleika at fáa fatan av, hvat eirindarleysa kappingin snýr seg um.

Nú situr Ludvík, sum restar eitt hálvt ár tey fjøruti, saman við fleiri javnaldrum aftur við árarnar umborð á Eysturoyingi.

-Vit kenna okkum at vera væl trimmaðar, og mátingarnar við øllum handa slag av tólum, sum nú eru tøk, siga tað sama. Men harvið er tað ikki sagt, at vit fara at vinna, sigur Ludvík við Stein.

 

Hvussu tá?

-Tíbetur eru tað fýra og ikki bara tvey 10-mannafør, sum luttaka í ár. Áhugin er yvirhøvur størri, enn hann hevur verið millum 8-mannafør og 6-mannafør bæði við kvinnum og monnum. Tá ið luttøkan í størru bátunum er fyri uppgangandi, so vísir pílurin rætta vegin. Tað verður vant nógv, men tá ið bátarnir liggja borð um borð er spurningurin, um alt hetta siviliseraða og nørdasliga gongur upp í eina hægri eind við tað primitiva í okkum, sum í júst tí støðuni eigur avgerandi leiklut, sigur Ludvík, og hann útgreinar:

-Tað snýr seg um orkuna, viljan, tað øðina, sum skal til fyri at útloysa kreftirnar, og tað snýr seg um at vera púra kaldur og harvið gagnnýta alt tað, sum í fleiri mánaðir er vant. Talan er um liðavrik. Tað skal bara ein svíkur til, so kiksar tað. Hetta er sum brotssparkskapping í steypafótbólti. Munurin er bara tann, at í kappróðri er tað ikki bara ein men allir í senn, sum, tá ið tað stendur mest á, skulu avrika optimalt. Eitt er, at tað menniskjaliga kann kiksa. Eitt annað er, at tað kann henda so nógv annað. Eitt nú at ein ár brotnar, eitt homluband slitnar ella at árarnar fløkjast hjá tveimum bátum, kanska tí annar stýrimaðurin ikki hevur so nógvar royndir og er fjálturstungin.

 

Hvør er favorittur?

-Ódnartøkini hava givið ábendingar, men tað verður ikki fyrr enn á norðoyastevnu, at tað ber til at svara. Í kappingini millum 10-mannaførini eru teir í høvuðsstaðnum óførir at luttaka við trimum manningum. Drekin Reyði er stinnur, og bæði Havnarbáturin og Ormurin Langi hava havt framgongd, so vit eru sera spentir.

 

Og í hinum bátastøddunum?

-Argjabáturin hevur vunnið FM trettan ferðir, og hann er altíð stinnur. Í Klaksvík hava teir mannað Nevið Reyða við ungum og óimponeraðum monnum, sum í ódnartøkunum hava verið sannførandi. Og so er spurningurin, um mannfólkini í Fuglafirði umborð á Gullbrandi fara at megna at avrika tað, sum kvinnurnar í Fuglafirði hava framt tey síðstu árini. Og so er tað Miðvingur, Ørvur og kanska onkur annar eisini. So tað er heilt spennandi, sigur Ludvík við Stein, sum saman við bátsfeløgunum  umborð á Eysturoyingi seinnapartin fer undir eirindarleysu FM kappingina við Havnarbártin, Drekan Reyða og Ormin Langa.