Ludvík Breckmann: Get Down Tonight

Ludvík Breckmann er fyrst og fremst kendur, sum tann harða rópirøddin í ljóðmyndini hjá Føroya einasta ídnaðarteknobólki Side Effect. Men handan larmutu rópini goymir ein ungur maður seg, ið sigur frá, at hansara summarlag er Get Down Tonight við KC & The Sunshine Band.

Tónleikurin fyllur nógv í føroyska summarinum í gøtum og strætum, á bøum og á strondum, á festivalum og á møtum. Men summarið fyllur eisini í tónleikinum. Nógv løg finnast, ið nærum eru um at bresta av summari. Vit hava spurt nøkur fólk um teirra summarløg.



- Get Down Tonight við KC & The Sunshine Band, minnir meg um eitt summar eg var í Aalborg. Tað var ein heitan leygardag, eini 28 hitastig. Eg sat í Fælledparken við nøkrum vinum, og drakk nakrar bjór. Har sat ein vinur hjá einum vini, sum hevði etið eina rúgvu av skógsvampum. Tá í ghettoblastarin byrjaði at spæla handan sangin, byrjaði hann totalt at freaka út og helt, at dreparasmølfar lupu á hann. Rímiliga freaky, men ein stuttlig søga, greiðir Ludvík frá.