Síðani barnabókin um lundarnar Ludda og Karlo varð givin út upp undir jól í 2014, eru teir báðir vornir kendir kring alt landið og eisini víða um uttan fyri landoddarnar.
Nú letur til at teir eisini verða kendir í Týsklandi. Niclas Heri Jákupsson, sum hevur skrivað bókina, greiðir soleiðis frá á facebook vanganum hjá Ludda og Karlo:
Í apríl í ár, fekk eg vitjan av einum stórum týskum forlagi, sum ynskti at geva bókina um Ludda og Karlo út á týska marknaðinum. Avtala bleiv gjørd, og longu nú er bókin umsett til týskt og givin út sum e-bók. So týskarar eru effektivir og arbeiða skjótt.
Hetta er sera stuttligt fyri meg at síggja.
Í august verður bókin prentað, og tá fer hon at liggja á týsku bókahillunum.
"Luddi og Karlo", er eitt fuglaunivers, sum eg og mín góði versonur, Sveinbjørn Kvilt Olsen, í felag hava skapað.