Lucy Love á G!

Lucy Love, Týr, Afenginn, Brandur Enni, Moto Boy, Froðbiar Sóknar Bluesorkestur og Analog Norð fara at spæla í Gøtu í summar. Hetta boðar G! frá á heimasíðu sínari, har tey eisini hava drúgva umrøðu av tónleikabólkunum og einstaklingunum.

 

Ikki óvæntað eru tey trý útlendsku nøvini úr norðurlondum. Og mest aktuella av teimum er Lucy Love, hvørs pápi er úr Zambia og mamman Onglandi, meðan gentan uppvaksin í Danmark.

Lucy Love hevur verið serstakliga nógv spæld í Danmark seinasta árið, og fløgan »Superbillion«, har sangir sum »No V.I.P.« og »My Daddy was a DJ« eru á, hevur verið nógv róst.

 

Dansk-finska samansetingin Afenginn hevur vitjað í Gøtu fyrr, tá teir spældu á festivalinum í 2005, men orkumikli bólkurin plagar at vera garantur fyri eini góðari liveframførslu.

Moto Boy er svii, skammleyst romantiskur, djúpt andaligur og fullkomiliga bergtakandi, sambært G! Sambært heimasíðuni hjá festivalinum, er tónleikurin hjá Moto Boy einfaldur, vakur og beinleiðis úr hjartanum.

 

Á hesi somu heimasíðu hevur G! eisini leinkjur til videoløg og sangir hjá teimum flestu av teimum sjey nøvnunum. Eisini til tey føroysku nøvnini, vit kenna so væl.