Tey hava spælt undir navninum Malan Eyðunsdóttir Band, men nú tey koma við nýggjari fløgu, kalla tey seg Lucination.
Í bólkinum, sum seinast í november mánaði kemur við nýggjari fløgu, spæla Malan Eyðunsdóttir (sang), Tróndur Bogason (sang og ljómborð), Torkil Olsen (gittar), Jógvan Joensen (bass) og Petur W. Dalsgaard (trummur). Umframt hesi eru James Olsen og Róin Siggertson eisini við á nøkrum sangum.
Úr øðrum bólkum
Manningin í bólkinum hevur áður spælt í føroyskum bólkum sum Mark No Limits, MC Hár, Lisa sær dupult, Panic og Section.
Fløgan er tikin upp í Media Music í Keypmannahavn. Tónleikurin er ljóðblandaður í Sun Studio. Jónas Bloch Danielsen hevur tikið upp og ljóðblandað, og hann hevur saman við Lenhert Kjeldsen mastrað fløguna í DanDisc.
11 sangir eru á fløguni, sum plátufelagið Tutl gevur. Yrkingarnar eru allar á enskum.










