Útgáva
Fløgan hjá útisetabólkinum LuciNation kom í gjár í handlarnar kring landið. Hetta er fyrsta fløgan bólkurin gevur út. LuciNation er mannaður við royndum tónleikarum. Malan Eyðunsdóttir, Tróndur Bogason Hansen, Torkil Olsen, Jógvan Joensen og Petur Dalsgaard, ið øll hava verið við at mynda føroyska tónleikapallin eru tey, ið eru við í LuciNation. Tónleikararnir hava spælt við í kendum føroyskum bólkum, sum til dømis Mark No Limits, Revival, MC-Hár og øðrum.
Bólkurin hevur spælt saman síðani 1996 undir ymsum nøvnum, sum til dømis Malan Eyðunsdóttir Band, AfterMath og nú LuciNation.
Tá bólkurin hevur spælt til dans í Danmark og Føroyum hava tey kalla seg Malan Eyðunsdóttir Band, men tá tey hava spælt konsertir við egnum løgum hava tey rópt seg LuciNation.
Í 1998 vóru tónleikarnir við í kappingini "Emergenza" har tey komu við til annað umfar, og í ár 2000 vóru tey undir navninum AfterMath, við í kappingini "Amager Spot 2000". Í tí kappingini kom bólkurin heilt til finaluna, men tíverri eydnaðist teimum ikki at vinna, men gjørdist nummar tvey, sum eisini má sigast vera eitt gott úrslit. Kappingin "Amager Spot 2000" svarar til Prix Føroyar í Føroyum, tó er hon meira umfatandi og fleiri bólkar luttaka.
Og var tað eisini henda kappingin, ið gav bólkinum áræði til at fara í holt við at gera eina fløgu ? serstakliga tí donsku áhoyrararnir tóku so væl ímóti tónleikinum. Bólkurin hevur havt leysar ætlanir um fløguútgávu síðani 1998, men í ár valdi bólkurin so at gera álvara av ætlanini.
Fløgan er innspæld í nýggjum føroyskum upptøkuhøli í Keypmannahavn, har bólkurin 200 og Annika Hoydal eisini hava gjørt og gera upptøkur. Slagið av tónleiki bókurin spælir er ringt at seta í bás. Harður modernaður rockur er helst besta boðið, men hóast hetta "heitið" er tónleikurin nógv meira umfatandi.










