Nú jólini eru í hondum er heilt vanligt at farið verður til nærum allar tær jólakonsertir, ið verða hildnar kring landið. Eitt av afturvendandi tiltøkunum, er konsertin hjá musikkskúlaundirvísingini í Havnini, t.v.s. bæði hjá Musikkskúlanum sjálvum og so kvøldskúlaskipanini. Mangir eru teir næmingar, ið nema sær kunnleika, antin á ljóðføri, ella við at læra seg at syngja, bæði sum einstaklingar og saman í kóri.
Norðurlandahúsið var fullsett hetta hóskvøldið, og ein sonn fragd var tað at síggja og hoyra børn saman við lærarum sínum framføra jólaleik og ?sang. Tá jólaboðskapurin, eins og hann er at finna í Bíbliu okkara er grundarlagið undir slíkari framførslu, so er tað at efgnast um, at ikki bert vættrar og huldufólk vera ímyndin av jólunum, men eisini Jesusbarnið, Jósef og Maria, hirðrarnir og vísmenninir sleppa uppí part, og beinleiðis siterað verður úr skriftini á einn lættskiljandi hátt. Tá kennist tað, sum at jólini eru komin fyri hvønn einkultan, ið inni er.
Børn eru ymisk av lyndi og uppliva vist jólini á teirra serstaka hátt. Byrjað varð við sanginum um nissumammu, nissupápa og børn, ið gera alt so hugnaligt til jóla, og dansað verður um jólatræið. Hetta fingu vit ein forsmakk uppá, og so varð hildið áfram við jólasyrpu, ið guitarar leiktu sera hegnisliga. Eyðkent fyri guitarspælið er, at nøkur leika akkordirnar og so onnur leika melodiin. Hetta ger spælið gott og lívgangdi. Blásiljóðføri, so sum klarinettir, saxofonir og tvørfloytur lótu eisini hoyra frá sær, bæði sum felagsorkestur og sum trioir og kvartettir, og stuttligt var at hoyra, hvussu framúr væl børnini duga at spæla hesi ljóðføri.
Eftir eina góða og hugnaliga framførslu sluppu vit at hoyra eldra partin av næmingunum, t.v.s. tey, ið kalla seg fyri ?Ung stjørnuskot? framføra ein part av teirra jólaskrá. Her var talan um eitt meiri víðkað orkestur, har trummur og aðrar rytmur, keyboard, el-guitari, bassur og bláiljóðføri høvdu grundina undir einum størri felagskóri, ið sang framúr væl. ?Mariusonur?, ?Now it is Christmas? og onnur jólaløg orðu framførd.
Sum flestu tiltøkum líkt, so varð endað við vælkenda jólasanginum yvir allar, neniliga ?Gleðilig Jól?, ið setti eitt virðuligt punktum fyri hesum hugnaliga jólakvøldi uppi í Norðurlandahúsinum. Forldur, vinir og kenningar at hesum børnum, ið framførdu, kundu fara heim við kensluni um, at jólini eru fyri okkum øll, hvussu vit so enn uppliva tey. Latið okkum taka saman hendur, og ynskja hvørjum øðrum hetta. Tøkk til lærarar og skúlar fyri hollu undirvísing tykkara, og vit gleða okkum til at hoyra meiri frá tykkum eina aðru ferð.