Luc um dystin á Svangaskarði: Skuldi aldrin verið spældur

Venjarin hjá Luksemborg hevur spælt móti B36 við Avenir Beggen, og móti landsliðnum

Mynd: (Tróndur Arge)

Á tíðindafundinum hjá Luksemborg á Tórsvølli í dag, bleiv venjarin hjá teimum, Luc Holtz, spurdur um undanfarnu ferðirnar hjá honum til Føroya. Luc Holtz hevur ein fortíð sum spælari hjá Avenir Beggen. Felagið hjá Luksemborg er partur av føroyskari fótbóltssøgu í Evropa. 19. august í 1992 bilvu KÍ og B36 fyrstu føroysku feløgini, at spæla í kappingum í Evropa. KÍ spældi móti Skonto Riga, meðan B36 spældi móti Avenir Beggen.

 

- Mítt fótbóltsminnið er stutt, so tað er avmarkað hvat eg minnist frá 1992, men eg minnist at hava spælt móti B36, sigur Luc Holtz.

 

Sum spælari náddi hann at spæla 55 landsdystir og skjóta eitt mál. Hann var partur av landsliðnum hjá Luksemborg, ið tapti móti Føroyum í HM 2002 undankappingini. Serliga dysturin á Svangaskarði í 2001 var minniligur, tí tað var so vátt á vøllinum. Tá søgdu fleiri, at dysturin hevði aldrin verið spældur, um nakað stóð upp á spæl.

 

- Eg minnist væl dystin, og havi tosað við miðlamannin hjá FSF um hann áðrenn eg kom inn her. Vit hildu ikki, at dysturin skuldi verið spældur. Tað var vátt og nógvur vindur. Tað kom tykkum til góðar, sigur Luc Holtz um 1-0 sigur hjá Føroyum tann dagin.

 

- Taptið fekk eisini avleiðingar, tí venjarin tá, sum er forseti hjá Fótbóltssambandinum í dag, bleiv koyrdur frá eftir tann dystin. So eg havi bara ringt minnir um tann dystin, sigur Luc Holtz.

 

Hann hevði eitt sindur ringt við at minnast, at dysturin var spældur á Svangaskarði, og ikki í Tórshavn. Tað var ikki fyrr enn, at hann bleiv minutir á tímalanga busstúrin, at hann mintist tað.

 

Føroyar hava spælt tríggjar ferðir móti Luksemborg. Føroyar vunnu 2-0 í Luksemborg í mars 2001. Tað var tiltikni dysturin, tá Todi Jónsson gavst á landsliðnum. Seinni tað árið vunnu Føroyar fyrr umtalaða dystin á Toftum. Í 2010 spældu londini málleysan venjingarlandsdyst í Luksemborg.

 

Nations League landsdysturin millum Føroyar og Luksemborg verður á Tórsvølli í morgin klokkan 19.45. FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá U21-landsdystinum millum Føroyar og Serbia klokkan 16.15, og síðani verður sent á Tórsvøll.

 

Mynd: (Tróndur Arge)