Fiskikapping
Stundisliga í morgun løgdu sjey bátar við 61 luttakarum frá landi í Runavík, nú altjóða fiskikappingin Smyril Line International Sea Angling Cup er farin av bakkastokki.
Hetta er ein kapping, sum heldur fram til hósdagin, tá ið farið verður seinasta túrin.
Luttakandi bátarnir skulu verða aftur at landi klokkan 16.30 við dagsins fongi.
Tá ið kappingin er liðug hósdagin, verður funnið út av, hvørjir vinnararnir eru.
Í kappingini ger skiparin á hvørjum báti sær av, hvar leiðin gongur.
Teir, sum eru við í sjálvari fiskikappingini, fáa tilsamans fimm tímar at fiska í hvønn dagin.
Altjóða reglar fyri slíkum kappingum eru eisini galdandi í kappingini, sum Smyril Line skipar fyri hesaferð.
Neyðugt er eitt nú, at fiskur, sum skal telja við, hevur eina ávísa stødd, og somuleiðs fáa luttakararnir bara eina ávísa nøgd av agni.
Bátarnir, sum eru við í fiskikappingin, eru allir góðkendir.