Fólkaflokkurin veit ikki
- Vit hava viðgjørt málið í flokkinum, men vit eru ikki komnir til nakra endaliga støðu enn, sigur Jákup Mikkelsen, formaður í Tingbólkinum. Hann sigur somuleiðis, at flokkurin ikki sigur nakað sum helst fyrr enn, hann hevur viðgjørt málið væl og virðiliga.
- Tað verður ikki fyrr enn í komandi viku, at vit taka støðu til málið, so eg kann onki siga, sigur Jákup Mikkelsen. Sum heldur ikki vil koma við nøkrum ábendingum.
Sambandsflokkurin ikki samdur
Hóast Sambandsflokkurin hevur viðgjørt málið um at bryggja sterkt øl í Føroyum, so vil Alfred Olsen, formaður í Tingbólkinum, ikki koma við nakrari samlaðari niðurstøðu hjá flokkinum.
- Vit hava viðgjørt málið, men tað er ikki avgreitt, sigur Alfred Olsen. Hann leggur tó afturat, at hann sjálvur er ímóti.
Vanliga plagar flokkurin hjá einum landsstýrismanni at vera sera positivur, tá landsstýrismaðurin kemur við einum uppskotið. Tað er eftir øllum at døma ikki vist.
- Tað er als ikki vist, at hetta málið kemur fyri Ting. Vit mugu viðgera tað gjøllari, og so finna vit útav tí, sigur Alfred Olsen.
Spurdur um tað kann hugsast, at tað verður ein ósamdur Sambandsflokkur, sum fer at atkvøða, sigur Alfred Olsen.
- Tað kann alt hugsast.
Tí kann tað meira enn so henda seg, at Sambandsflokkurin verður ósamdur, tá trýstast skal á knøttarnar, um at geva loyvi at bryggja sterkt øl.
Tjóðveldi er fyri
Størsti andstøðuflokkurin á Løgtingi fer at siga ja, tá uppskotið um at bryggja sterkt øl kemur endaliga á borðið á Tingið.
- Hetta er eitt reint vinnupolitiskt mál. Tað, sum verður selt í Føroyum, má eisini hava loyvi til at vera gjørt í Føroyum, sigur Sjúrður Skaale, formaður í Tingbólkinum hjá Tjóðveldi. Hann sigur somuleiðis, at flokkurin heldur tað vera løgið, at mann skal vera ímóti vinnuskapandi lógum.
Eitt argument ímóti at bryggja sterkt øl, eru sosialu fylgjurnar. Tó metir Tjóðveldi, at hetta ikki fer at ávirka hetta.
- Tá vit tosa um fyribyrgjandi tiltøk, so kemur hetta ikki at ávirka. Tað, sum hevur nakað at siga, er atkomumøguleiki og prísur. Hetta uppskot fer ikki at ávirka hesi, sigur Sjúrður Skaale.
Tjóðveldi legði fyri nøkrum mánaðum síðani eitt uppskot um at loyva virkjum at bryggja øll sløg av sterkum løgi, sum fall.
Miðflokkurin vil hinvegin
Jenis av Rana, formaður í Tingbólkinum, er sannførdur um, at flokkurin fer at siga nei til uppskotið, um at bryggja sterkt øl. Hann fer enntá so langt at siga, at stóð tað til hansara, so var onki øl í Føroyum.
- Hesin løgur hevur niðurbrotið mentanina hjá okkum. Vit síggja nógv fólk, við andstygd fyri føroyska dansinum, tí tað fyrr var so nógv brennivín blandað uppí. Hugsa eisini um allar faðir- og moðirloysingarnar, sum ikki høvdu verið tað, um onki spiritus var, sigur Jenis av Rana. Hann leggur afturat, at um spiritus varð uppfunnið í dag, so hevði tað á ongan hátt verið loyvt nakrastaðni, og tí skal tað burtur.
Sjálvsstýrisflokkurin sigur helst nei
Tá uppskotið frá Tjóðveldi var fyri í desemburmánaði, var Sjálvsstýrisflokkurin ímóti, og tað verður hann eftir øllum at døma eisini nú.
- Vit plaga ikki at broyta støðu frá degi til dags, men eg haldi tað vera løgið at úttala seg um eitt uppskot, ið als ikki er viðgjørt, sigur Kári P. Højgaard, formaður í Tingbólkinum.
Hann sigur somuleiðis, at Sjálvstýrisflokkurin plagar at finna breiðar semjur í flokkinum, og tí verður tað ein samdur flokkur, ið fer at trýsta.
Javnaðarflokkurin fylgir sannføringini
Andreas Petersen hevur virkað sum formaður í Tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum seinastu dagarnar, tí John Johannesen er uttanlands.
- Vit avgera sjálv, hvat vit trýsta á. Vit eru eitt sindur ósamd í flokkinum, og tí hava vit avgjørt, at hvør einstakur skal fylgja síni sannføring, sigur Andreas Petersen. Hann leggur afturat, at tað ikki er nakað serstakt, ið ger, at flokkurin er ósamdur, men heldur støðan til sterkan løg sum heild.
Tá Tjóðveldi legði uppskot fyri Ting, sum skuldi geva rúm fyri, at føroyingar kunnu bryggja bæði sterkt øl og brennivín, var tað bara Tjóðveldi, sum tók undir við uppskotinum. Nú verður tað Landsstýrið, ið kemur við uppskotinum, og tí kann mann rokna við, at fleiri atkvøður vera fyri enn seinast. Tá vóru seks fyri og 22 vóru ímóti millum tey 28, sum vóru á Tingið tann dagin.