Tað hevur verið av ringasta veðri á Sandi um vikuskiftið. Hann hevur verið eystan í ættini, og tað er ringasta ætt heima á Sandi. Hetta hevur givið sløkkiliðnum í oynni úr at gera við at tryggja og bjarga bygningum, ið ikki hava verið nóg sterkir til nógva vindin.
Sunnudagin seinnapartin fór tekjan á einum hjalli, ið stendur heima á Sandi. Nakrar plátur rivu í vindinum. Tær vórðu tó skjótt tiknar upp av grannum og sløkkiliðnum, sum legði trol á hjallin fyri at tryggja hann móti vindinum. Hetta upplýsir sýslumaðurin í Sandoynni, Ingibjørn Eldevig.
Í morgun mundu sandingar fingið øl um alla bygdina. Ein skúrður, har Restorff goymir sítt øl, var í vanda, tá plátur fóru at loysna. Sløkkiliðið kom skjótt á staðið at tryggja bygningin við troli.
Sløkkiliðið mátti eisini tryggja eini sethús, har klædningurin var farin at loysna í vindinum. Tað er serliga heima á Sandi, at fólk hava merkt nakað til ódnarveðrið, meðan hinar bygdirnar ikki eru eins hart raktar.