LSH: Ronnie fyribils sjúkrahússtjóri

Ronnie Midjord, sjúkrahússtjóri á Suðuroyar Sjúkrahús, er fyribils settur sum sjúkrahússtjóri á Landssjúkrahúsinum. Tað skrivar Landssjúkrahúsið á ls.fo.


Tað er Heilsu- og Innlendismálaráðið, ið hevur sett Ronnie Midjord í fyribils starv frá 1. september og til nýggjur stjóri er settur á Landssjúkrahúsinum.


Landssjúkrahúsið hevur søkt eftir nýggjum stjóra eftir, at Johnny í Grótinum, núverandi sjúkrahússtjóri á Landssjúkrahúsinum, hevur fingið starv sum stjóri í Kringvarp Føroya.


Landssjúkrahúsið skrivar, at meðan Ronnie Midjord røkir starvi sum sjúkrahússtjóri á Landssjúkrahúsinum verður starvið sum sjúkrahússtjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi røkt av øðrum starvsfólki á Suðuroyar Sjúkrahúsi.