12. juli 2012 inngingu Landssjúkrahúsið og Klaksvíkar Sjúkrahús samstarvsavtalu.
Avtalan fevnir um eina longri røð av økjum so sum røntgen, blóðbanka, rannsóknarstovu, medico-teknikk, sjúkraflutningstænastuøkið, uttanlandstænastuøkið og so framvegis.
Avtalan varð staðfest 12. desember í fjør.
25. januar varð so ein ískoytisavtala gjørd millum partarnar.
Í summum førum er talan um staðfesting av verandi samstarvi og í øðrum førum verður nýtt samstarv fingið í lag, skrivar Landssjúkrahúsið á heimasíðu síni.