Hósdagin 6. november 2014 fer Landssjúkrahúsið at seta sjóneykuna á sjúkrahúsmat og føðslutrot hjá sjúklingum. Øll eru vælkomin til opið hús kl. 18.30 í køkinum á Landssjúkrahúsinum at hoyra um, hvussu arbeitt verður við betri mati til sjúklingar.
LS fær vitjan av kenda køksleiðaranum á Herlev Hospital, Michael Allerup Nielsen, sum seinastu 10 árini veruliga hevur megnað at seta sjúkrahúsmat á breddan. Greitt verður frá Kostverkætlanini á B6.
Kvøldið endar við smakkiroyndum frá Kostverkætlanini á B6.
Myndin er av millummála í Kostverkætlanini á B6. Drekkamunnurin seinnapartar er nakað av tí, sum er broytt í samband við Kostverkætlanina. Nú fáa sjúklingar hvønn seinnapart ein tallerk við frískari frukt og grønmeti, ost á breyðið og ofta eina lítla skál við nøtum og frukt afturvið. Maturin skal vera meira innbjóðandi og samstundis geva meira orku og protein. Tikið myndina: Poula Patursson.