Í dag verður sera nógv tosað um sunnan lívsstíl, bæði tá talan er um royking, motión, alkohol og mat. Øll vita, at tað er sera vandamikið at viga ov nógv og at nógvar sjúkur kunnu standast av hesum, tess vegna burdu alt fleiri fólk tikið tað í álvara og gjørt nakað við trupuleikan Tað er tó ikki altíð so lætt at taka seg saman og gera nakað við tað sjálvur, men nú hevur tú møguleikin at hoyra um hvussu Halldóra frá Islandi hevur tapt 22 kilo.
Hon hevur broytt matvanar og brúkt tað sera vælumtøkta slankipulvurið FiguAktiv frá LR, sum ?hjálpimiddel?. Halldóra heldur ein sera áhugaverdan fyrilestur um hvussu hon megnaði at náa sínum máli og samstundis verður kunnað um møguleikar við LR.
FiguAktiv er sera mettandi og tekur eisini trongdina til søtt. Tað gerst lættari at broyta matvanar, tí ein er ikki svangur og somuleiðis inniheldur pulvurið alt tað kroppurin hevur brúk fyri av vitaminum, mineralum og fibur.
Tað er Jana Thomsen, LR ? umboð, sum hevur fingið Halldóru til Føroyar. Jana hevur sjálv haft anorexi, er útbúgvin økonoma og fitnessinstruktør, og hjálpir nú fólkum sum hava trupuleikar við vektini.










