Nakrar ferðir er politiið komið fram á hassjplantasjur í Føroyum, og fólkini hava tá fingið dóm fyri hesa ólógligu framleiðsluna.
Tað er ikki loyvt at innflyta hassj, og heldur ikki er loyvt at planta tað.
Men loyvt er at innflyta fræ av hamp- ella hassjplantuni, og eisini er loyvt at innflyta alla útgerð til at dyrka hampplantur.
- Vit síggja javnan í tollinum, at fræ, handilstøð og øll útgerð annars til framleiðsluna kemur til landið, men vit fáa einki gjørt, sigur Kjartan D. Joensen, yvirtollari.
Hann heldur tað vera beinleiðis tápuligt, at í kunngerðini um rúsandi evni er undantak, sum loyvir at innflyta fræ av hampplantuni.
- Eg havi heitt bæði á rættarnevndina í løgtinginum og á Heilsumálaráðið um at strika hatta undantakið í kunngerðini, men eg havi einki frætt aftur, sigur Kjartan D. Joensen.
Hevði ikki verið loyvt at innflutt fræið, hevði ikki verið so lætt at fingið sær hassjplantasju. Tá hevði verið neyðugt at smuggla, og tað gongur ikki altíð so væl.
Løgdu hald á fræ
Hóast loyvt er at innflyta cannabisfræ, sum tað eitur, steðgaði tollvaldið kortini í summar einum pakka við marihuanafræi í.
Gjáramorgunin fór maðurin, sum bílagt fræið á netinum, at sóknast eftir pakkanum, og frá tollvaldinum fekk hann at vita, at hann fekk ikki pakkan, tí tollvaldið var sannført um, at hann ætlaði at planta.
- Ta avgerðina tóku vit, tí tá ið vit ringdu til hansara at boða frá, tók ein vinmaður telefonina, og hann segði, at fræið skuldi plantast, sigur Kjartan D. Joensen.
Maðurin, sum skuldi hava pakkan, er í øðini, tí hann visti, at hann hevði loyvi at bíleggja fræið, sum hann ikki ætlaði at planta, bara eiga. Hann er so mikið óður, og heldur tollvaldið vera farið út um sínar heimildir, at hann umhugsar at royna málið í rættinum.
Hesin maðurin sigur eisini, at tolvaldið als ikki hevur tosað við vinmannin.