Loyvisnevndin viðgerð ákærur

Loyvisnevndin í Fótbóltssambandi Føroya hevur á fundi 12. juli 2011 umrøtt niðurstøðurnar hjá Aganevndini í FSF í kærumáli um fíggjarligt óreglusemi í felagnum EB/Streymi.

 

Partar av úrskurðinum hjá Aganevndini snúgva seg um, hvussu umsitingin av loyvisskipanini hevur verið útint. Aganevndin metir ikki, at eftirlitið við felagnum hevur verið nøktandi í mun til hvat loyvishandbókin (UEFA regluverkið) ásetur.

 

Hetta er ein niðurstøða, sum vit taka í stórsta álvara, og sum krevur nærri viðgerð. Loyvisnevndin hevur havt avmarkaða tíð at kunna seg um og umrøða úrskurðin. Neyðugt er at gjøgnumganga alla avgerðina fyri at meta um tey ymisku ivamálini og sjónarmiðini, sum Aganevndin kemur við í sínum úrskurði.

 

Í tí sambandi er loyvisumsitingin í FSF biðin um gjølliga at viðgerða úrskurðin frá Aganevndini og meta um, um skipanin verður umsitin á haldgóðan hátt. Í úrskurðinum metir Aganevndin, at grundarlag nú er fyri, at Loyvisnevndin viðger málið av nýggjum.

 

Komandi dagarnar verða niðurstøðurnar hjá Aganevndini viðgjørdar í loyvisumsitingini. Tá ið hendan viðgerðin er liðug, verður niðurstøða gjørd, sum tekur støðu til um grundarlag er fyri, at ítøkiliga málið um EB/Streym verður tikið upp til nýggja viðgerð í Loyvisnevndini, skrivar formaðurin í Loyvisnevndini, Terje Sigurðsson?í skrivi í dag.