Loyvir til leigað skip

Tað átti at verið gjørligt at fingið veiðuloyvi til leigað skip, heldur Poul Michelsen

Tað skal vera so lætt sum gjørligt hjá so nógvum sum gjørligt at sleppa framat, tí so eru fleiri um at skapa virðisøking, og tað er gott fyri samfelagið.

Men í dag er tað soleiðis, at sjálvt um tað eru nakrir, sum gjarna vilja royna, so sleppa teir ikki framat, tí teir hava ikki fiskiloyvi. Tað haldi eg er øgiliga keðiligt, tí eg ivist ikki eina løtu í, at vit eiga nógvar góðar menn, sum gjarna vilja royna seg, sigur Poul Michelsen.

Fyri at gera tað lættari hjá atkomuligt hjá øðrum at koma upp í fiskivinnuna, átti tað at verið møguligt at fingi veiðiloyvi til leigað skip, heldur Poul Michelsen.

- Ofta er grundgevingin fyri, at veiðiloyvini skulu ganga yvir nógv ár, at tú ikki kanst gera eina íløgu fyri fleiri 100 milliónir, um tú ikki veit, um tú hevur nakrastaðni at fiska. Men hví skal man eisini tað?

Hví skal tað vera eitt krav at eiga eitt skip? Kunnu teir ikki leiga eitt skip? Tað føroyska samfelagið fær einki burturúr, at reiðarar byggja eitt skip fyri 200 milliónor krónur. Tað verður ikki bygt í Føroyum. Tað verður viðlíkahildið, men tað vera leigaði skip eisini, sigur Poul Michelsen.

Hann heldur, at tað hevði bøtt munandi um vinnuligu viðurskiftini, um fleiri fingu veiðiloyvir, og at tey kundi leiga eitt skip at fiska við.

- Eg eri vísur í, at vit hava nógv dugnalig fólk, sum gjarna vilja sleppa at roynda seg. Tað eiga tey sjálvsagt at sleppa. Tað er av týdningi, at ein nýskipan loyvir nógvum framat. Tað besta fyri vinnuna er, at tú hevur fleiri smærri fiskiloyvir, tí so fiska teir minni hvør, men skapa størri virðisøking hvør sær við tí, sum teir fiska, sigur Poul Michelsen.