Loyvir hjá Bakkafrost endurnýggjað

Tvey aliloyvir afturat hjá Bakkafrost eru nú endurnýggjað. Fyrr í vikuni bleiv aliloyvi hjá Bakkafrost í Kunoy endurnýggjað, og nú eru tað loyvini á Funningsfirði og á Tangafirði, ið eru endurnýggjað.

 

Loyvini eru galdandi í góð 10 ár, ávikavist til november 2027 og desember 2026.

 

Tað er Heilsufrøðiliga Starvsstovan, ið endurnýggjar loyvini.