Loyvini hjá Popczynski eru í lagi

Nú er arbeiðs- og uppihaldsloyvið hjá póllendinginum Krzysztof Popczynski komin upp á pláss, so at hann umsíðir kann kalla seg HB-venjari. Ætlanin var líka síðani í fjør verið, at Popczynski skuldi verða HB-venjari, og tað er nú eisini alment. HB skrivar á heimasíðu sínari, at umsíðir eru øll pappírini hjá venjaranum úr Krakow komin í rættlag, og tað fegnast felagið um