Fólk skulu senda umsókn um at brenna nýggjársbál kring Føroyar. Treytirnar eru millum annað, at bara reinur, óviðgjørdur og turrur viður verður nýttur, og at veðrið er til vildar. Vindferðin skal í mesta lagi verða 15 metrar um sekundið. Frástøðan til hús og lutir skal eisini verða nóg stór.