Tey, sum ætla sær at skipa fyri nýggjársbáli, eiga at minnast til, at tey skulu søkja kommununa um loyvi.
Kommunan gevur bara loyvi, um bálið ikki verður til ampa fyri grannarnar. Kommunan skal eisini vita, hvør stendur við evstu ábyrgdini av bálinum.
Í summum kommunum ber til at søkja um loyvi heilt fram til nýggjársaftan, men aðrastaðni er freistin at søkja úti longu fríggjadagin 21. desember.