Loyvi at skjóta grágás

Fríggjadagin verður uppskot lagt fyri tingið umloyvi at skjóta grágæs.

Fríggjadagin verður uppskot lagt fyri tingið umloyvi at skjóta grágæs.

 

Orsøkin til lógaruppskotið er, at grágásin ger seg inn á velt øki til skaða fyri grasvøksturin og elvir til stóran miss fyri eigarar og leigarar av lendinum.

 

Við tað at grágásin sambært galdandi fuglaveiðilóg er friðað móti skjóting og veiðu, ber ikki til at styggja grágás av velta økinum við at skjóta eftir henni. Til hetta krevst lógarbroyting.

 

Høvuðsendamálið við uppskotinum er at avmarka fíggjarligu avleiðingarnar fyri bøndur, sum standast av, at grágás etur á veltum øki.

 

Tí verður skotið upp at geva eigarum og leigarum av veltum lendi møguleika at verja sínar íløgur og grøði alt árið við at loyva teimum at skjóta eftir grágásini, antin fyri at styggja ella at drepa, meðan hon er stødd á velta lendinum.