Loyvi at fiska botnfisk í Grønlandi

Fiskimálaráðið kunnger nú reglurnar um botnfiskiskap í grønlendskum sjógvi í ár.

Kunngerðin um fiskiskap eftir botnfiski í grønlendskum sjógvi í ár er sambært fiskiveiðiavtaluni, sum Føroyar og Grønland undirskrivaðu í desember.


Eftir avtaluni kunnu føroysk skip royna eftir toski, brosmu og steinbíti í Eysturgrønlandi í 2014. Toskaveiðan kann í mesta lagi vera 355 tons, meðan hjáveiðan av svartkalva og kalva kann vera upp til 275 tons, skrivar Fiskimálaráðið á heimasíðu síni.


Umframt kvoturnar í Eysturgrønlandi hava Føroyar eina kvotu av svartkalva upp á 100 tons í Vesturgrønlandi.


Eins og undanfarin ár er treyt fyri at sleppa til Eysturgrønlands, at skipið hevur fiskiloyvi til botnfisk í føroyskum sjógvi. Harafturat hava tey skip fyrimun, sum árini 2009-2013 hava fiskað mest av botnfiskakvotunum í Eysturgrønlandi eftir avtaluni við Grønland.

 

Treytin fyri at fáa svartkalvakvotuna í Vesturgrønlandi er, at skipið hevur fiskað svartkalva har sambært fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Grønland í tíðarskeiðinum 2009-2013.

 

Kunngerðin sigur tó, at um tað seinni í ár vísir seg, at kvoturnar í Grønlandi ikki verða fiskaðar, kunnu fiskiloyvi verða latin øðrum skipum enn teimum, sum í fyrsta umfari fáa fiskiloyvi.

Tey, sum ætla sær at sleppa til Grønlands at fiska botnfisk í ár, skulu senda VØRN-Fiskiveiðieftirlitinum umsóknina. Tey skip, sum longu hava søkt, nýtast ikki at søkja av nýggjum, skrivar Fiskimálaráðið.