Fróði Benjaminsen, liðformaður hjá HB, var sjálvandi nøgdur um sigurin, sum bar við sær, at HB nú aftur er við heilt frammi í oddinum.
- Eg haldi at vit byrjaðu øgiliga væl, og vit koma eisini á odda. Men vit loyva teimum tíverri inn aftur í dystin, tá teir fáa eitt heldur keðiligt mál. Og við støðuni 1-1 kann alt enda. Men vit fáa so eitt mál afturat eftir steðgin, og tað vísir seg at vera nóg mikið.
Tú noyddist sjálvur av vøllinum við skaða. Hvussu álvarsamur er hesin?
- Tað er trupult at siga, men vit spæla so longu aftur mikukvøldið. Og Andrew fór eisini út við skaða, so tað var eitt sindur keðilig. Men tann dysturin er so aftur móti Víkingi, og tapa vit tá, so eru vit úti úr steypakappingini, so vit fara sjávlandi aftur inn fyri at vinna tá, segði Fróði Benjaminsen.