Loysti seg ikki at vera ærligir

Tveir mans, sum tóku ein gassovn undir armin við sær heim av einum skeinkistaði í havn eina náttina, eru kanska ikki so fegnir um, at teir vóru ærligir og bóru hann aftur Teir gingu við góðari kenning púra einsamallur beint uttanfyri eitt skeinkistað og teir søgdu, at teir hildu seg vera stuttligar, tá ið teir tóku gassovnin við sær í ein bil og fóru til húsar við honum.

Men tá ið teir vaknaðu aftur blivu timburmenninir serliga ringir, tá ið teir komu at hugsa um gassovnin, so teir gjørdu av at bera hann aftur.

Men takkarlønin teir fingu, var, at teir blivu meldaðir og fingu eitt endurgjaldskrav upp á 6000 krónur fyri ein nýggjan ovn, tí ovnurin, teir høvdu tikið, skuldi vera brotnaður

Teir máttu eisini ein túr í rættin og har fingu teir dóm, men gera teir onki hesi bæði næstu árini, sleppa teir undan at verða revsaðir.

Tað fekk tann eina at taka turrisliga til orðanna í rættinum, at nú sá hann, at teir skuldu bara slett ikki verið ærligur og komnir aftur við ovninum, tí ongin hevði sæð teir taka hann.