Loysnin varð varandi

Christian Poulsen og nevndin í Neistanum eru nú komin ásamt um samstarv restina av kappingarárinum

Sum nevnt í ÍtróttaSosialinum týsdagin, var eitt nýtt andlit at síggja á venjarabeinkinum hjá besta kvinnuliði Neistans seinasta vikuskifti.

Hóskvøldið í farnu viku gjørdi nevndin í felagnum nevnliga av, at Rene Kristensen, sum higartil hevði vant kvinnuliðið, skuldi sigast úr starvi.

Í hansara stað varð Christian Poulsen setttur at røkja sessin fyribils, men tá visti hann ikki at siga, hvørt talan fór at gerast um varandi starv ella ikki.

Eftir at bæði venjari og nevnd, nú hava havt nakrar dagar at umhugsa støðuna, er so greitt, at Christian røkir venjarastarvið tað sum eftir er av kappingarárinum.


Gamal í garði

Tey, sum hava kunnleika til hondbóltsfelagið Neistin, munnu helst ikki vera serliga bilsin um, at tað varð júst Christian, sum tók hesa uppgávu á seg.

Felagið hevði fyri neyðini at finna eina loysn í skundi, og tá er aloftast vanligt at hyggja innan egnar karmar eftir fólki, og har hevur Christian verið virkin í nógv ár.

Ungdómsárini leikti hann annars við Kyndli, men síðani hann kom upp í unglingabólkin, hevur hann verið virkin í Neistanum.

Jón Kragesteen, formaður í Neistanum, sigur við Sosialin, at