- Tað er rætt, at Froskmannafelagið er biðið um at fara úr hølunum. Skulu vit hava Perluna klára til ólavsøku, mugu hølini tømast beinanvegin, sigur Heðin Mortensen.
Borgarstjórin hevur havt fleiri fundir við Tórshavnar Froskmannafelag um truplu hølisviðurskiftini. Víst hevur verið á loysnir í umhvørvinum nær sjóvarmálanum, men áhugi hevur ikki verið fyri at húsast saman við øðrum. Kommunan vísti á hølini hjá Datatænastuni, sum kundu nýtast saman við Havnar Bjargingarfelag og róðrarfelagnum, Knørri. Men áhugi var ikki fyri uppskotinum, og tí er ein fyribils loysn funnin til Tórshavnar Froskmannafelag, um at fara í Saltsøluna til ein varandi loysn verður funnin.
- Eg var sjálvur á fundi hjá Tórshavnar Froskmannafelag, har vit tosaðu um trupulleikan. Har tosaðu vit um loysnina at byggja nýggjan bygning til felagið, og eg vísti á útmerkað øki til slíka bygging, sigur borgarstjórin í Tórshavnar kommunu.
Borgarstjórin undirstrikar, at sjálvandi skal Froskmannafelagið hava líka góðar umstøður sum onnur feløg í kommuni. Avgjørt er at hyggja fram eftir, heldur enn aftureftir, og finna best hugsandi loysn til felagið, sigur borgarstjórin.