Loysnin er kanska minni av Evropa

Stórabretland og ES fara nú undir samráðingar um at skipa tilknýti millum partarnar av nýggjum.

- Gloym aldrin, at ES er sett saman av 28 gomlum evropiskum tjóðum. Júst hetta margfeldni er størsta styrki Evropa. Stórabretland heldur at vit mugu skilja hetta: Loysnin til allar trupulleikar er ikki altíð meir av Evropa. Onkuntíð er svarið minni av Evropa, segði David Cameron, forsætismálaráðharri í Stórabretlandi, í eini talu í morgun, beint áðrenn hann sendi eitt bræv til forsetan í ES, Donald Tusk, við nøkrum krøvum um ábøtur í samveldinum.

Eftir bretska tjóðartingsvalið í vár boðaði David Cameron frá, at hann vildi hava eina fólkaatkvøðu um ES-limaskapin hjá Stórabretlandi, og nú hevur hann sagt, at hon skal vera innan árslok 2017.

Stórabretland hevur í hesum sambandi sett ES nøkur krøv, um samveldið ynskir at varðveita fyrrverandi hjálandaveldi í samveldinum. Millum krøvini eru øktur smidleiki, fíggjarligt frælsi og tilflyting, og David Cameron er vísur í, at partarnir verða samdir um eina avtalu, sum gagnar tjóðini.

 

Okkurt bendir tó á, at tað ikki verður heilt lætt, og talsmenn fyri ES hava longu boðað frá, at onkur av krøvunum verða sera torfør at eftirlíkað. Serliga er tað spurningurin um euro-gjaldoyrað og frælsi at flyta millum lond, sum trupulleikar eru heftir at.