Ben Arabo sigur, at í kjakinum um at flyta stovnar saknar hann, at brúkarin verður settur í fremstu røð.
- Tað verður tosað um arbeiðspláss og útjaðaramenning, men tað týdningarmesta er, at tey, sum brúka stovnarnar, fáa tað bestu tænastuna. Tað tykist mær ikki, sum brúkarin er fyrstur í huga, tá avgerðirnar verða tiknar, og tað haldi eg er skeivt. Tú mást hugsa um brúkaran fyrst, síðani um starvsfólkini, sigur hann.
Einum er Ben Arabo tó samdur í. Almenni geirin í Havnini er ov stórur.
- Tað er heilt víst ein trupulleiki, at almenni geirin í Havn er ov dominerandi, men hann hevði jú fylt líka nógv, um hann lá aðrastaðni. Hyggja vit at prosentum av búskapinum og prosentum av løntakarum, so er eingin ivi um, at almenni geirin í Føroyum er ov stórur. Loysnin er tó ikki at flyta part av honum úr høvuðsstaðnum. Loysnin er at minka um almenna geiran yvirhøvur, sigur Ben Arabo.
Í Vikuskiftissosialinum hesaferð er evnið í temanum, hvørt almennir stovnar skulu flytast út úr miðstaðarøkinum. Les meiri av samrøðuni við Ben Arabo í Sosialinum.









