Loysn á útlendingamálinum

Torbjørn Jacobsen hevur frá danska integratiónsmálaráðnum fingið at vita, at málið um útlendingarnar í føroyskum ítrótti verður parkerað, til Landsstýrið og stjørnin eru komin ásamt um eina reglugerð fyri økið

Útlendingamálið

Málið á breddanum í føroyska ítróttaheiminum hesa seinastu góðu vikuna hevur fyrst og fremst verið útlendingamálið. Valla er dagur farin framvið, uttan at okkurt nýtt hevur verið frammi í málinum, og tó at VÍF hevur verið felagið, sum hevur staðið fyri skotum í flestu atfinningunum, so hava avleiðingarnar fyrst og fremst rakt VB.

Loyst um góða viku
Men nú er so líkt til, at tey í Vági so smátt kunnu fara at hugsa um spælið á hondbóltsvøllinum heldur enn tað, sum hevur gingið fyri seg uttan fyri vøllin hesar dagarnar.
Í týsdagsútgávu okkara skrivaðu vit, at Torbjørn Jacobsen hevði biðið um fund við Bertel Haarder um málið, og mánakvøldið kundi Sjónvarpið so boðað frá, at ein loysn nú tykist vera ávegis í málinum.
- Torbjørn Jacobsen segði við Sjónvarpið, at hann fekk beinleiðis at vita frá departementschefinum at málið um litavisku kvinnurnar í VB og øll onnur líknandi mál vóru steðgaði til at landsstýrið og danska stjørnin vóru komin ásamt um eina reglugerð, sum føroyingar vilja hava, vóru boðini í Degi og Viku. Lagt varð eisini afturat, at henda avgerðin fevndi um allar teir útlendingar, sum eru í føroyskum ítrótti, og altso eisini um tær báðar VB-kvinnurnar, sum annars fingu harraboð um at fara av landinum fyri viku síðani.
Ofta hevur slíkt lógarverk tikið sína tíð at fáa avgreitt, men líkt er tó til, at í hesum førinum verður talan ikki um serliga langa tíð.
Føroyski fólkatingslimurin segði nevnliga eisini, at danir longu hava verið í sambandi við Løgmálaráðið, og at ein avtala eftir ætlan skal liggja klár longu 26. november. Altso um eina góða viku.

Lættur um hjartað
Og einki er at ivast í, at boðini vórðu væl móttikin í Vági. Har hava tey nú í einar tvær vikur ikki vitað, hvørt tey hava verið keypt ella seld. Týsmorgunin fingu vit orðið á Boga Mortensen, sum um nakar man vera maðurin aftan fyri hondbóltin í Vági. Og meira enn nakað annað, so var tað helst ein lætti, sum var at hoyra á málinum hjá honum.
- Hatta var ikki so býtt at hoyra. Bæði tað, at vit nú aftur hava loyvi at nýta leikararnar hjá okkum, og so sjálvandi eisini, at greiðar reglur verða gjørdar á økinum. Enn havi eg so ikki fingið formligu boðini hesum viðvíkjandi, men eg gangi so útfrá, at tá tey verða boðin út í hvørja stovu, so kunnu vit taka tey fyri góða vøru.
Og Bogi dylir ikki fyri, at hesar báðar seinstu vikuni hava verið strævnar hjá bæði honum, felagnum og ikki minst teimum báðum leikarunum sjálvum.
- Hetta hevur verið ein ræðulig tíð. Ein støða, sum eg ikki hevði vilja ynskt mínum ringasta fígginda at koma í. Eitt er tað, at málið er íkomið, men øll óvissan, sum hevur verið, hevur so avgjørt ikki gjørt tað lættari. Tá ymsir myndugleikar í tveimum londum við hvør sínum lógarverki á økinum soleiðis at hava arbeitt við málinum, so sigur tað seg sjálvt, at málið gerst torgreitt, at her hava vit hvørki vita út ella inn hesar dagarnar. Men tíbetur tykist tað nú vera komið í rættlag við hesum, sigur Bogi Mortensen.
Og eftir alla óvissuna og allan tíðindameldurin, sum hevur verið kring málið, so sær nú loksins út til, at vágbingarnir kunnu fara at hugsa um hondbóltin aftur. Her fingu tær ein skáa seinasta vikuskifti, tá Hondbóltssambandið eftir umbøn útsetti dystin móti VÍF til 4. desember.
Men komandi vikuskiftið er aftur dystur á skránni, tá Søljan kemur á vitjan í Vági. Og lítið man vera at ivast í, at vágbingar tá koma manssterkir í høllina at hyggja. Ikki minst eftir útlendsku leikarunum, sum tá fara at gera tað einasta, sum tær alla tíðina ætlaðu. Nevnliga at spæla hondbólt.