Loysn komin á útflutningi til Russlands

Nú verður smidligari at útflyta feskan fisk til Russlands. Eftir at útflutningurin til Russlands byrjaði aftur á sumri í 2009, hevur tað verið eitt stórt ynski hjá føroysku vinnuni at fáa ein lættari útflutning.

Loysnin er nú komin og hon verður sett í verk í næstum, boðar Heilsufrøðiliga Starvsstovan frá.

Í stuttum hevur avbjóðingin verið, at fyri útflutning av matvørum til Russland, er tað eitt ófrávíkiligt krav frá russum, at allar bingjur við matvørum skulu seglast við veteriner-segli í Føroyum. Somuleiðis skal heilsuváttanin fyri matvøruna, ið er í bingjuni, samsvara 100 prosent, tá matvøra og heilsuváttan, verða móttikin av russisku myndugleikunum við marknaðliðini inn til Russland. Er tað ikki samsvar, verður matvøran avvíst við markið.

Fyri at hetta skuldi bera til, var neyðugt at fáa russiskar anhengarar til Føroya, og tað var ósmidligt fyri vinnuna. Skuldi fiskurin hinvegin lastast um í Danmark, sum ynski hevur verið um fyri at gera tað smidligari, mátti veteriner-seglið brótast, og so verður lastin steðgað á russiska markinum.

Men nú er avtala fingin í lag við russisku myndugleikarnar og danska Fødevarestyrelsen, um at tað, undir eftirliti av danska embætisdjóralæknanum, skal bera til at umskipa feska fiskin í russiskar anhengarar í Danmark.