- Danmark er vorðið tað land, har ringast loysir seg at arbeiða.
Tað vísir nýggja arbeiðsmarknaðarkanningin hjá Dansk Arbejdsgiverforening, sum serliga viðger almennar veitingar og kappingarføri í Danmark, Svøríki, Týsklandi, Hollandi og Stóra Bretlandi.
Svøríki, Týskland, Háland og Stórabretland hava síðan miðskeiðis í nítiárunum verið betri til at at skapa størv og vøkstur, og tey eru komin betri gjøgnum kreppuna enn Danmark.
Hetta kemst serliga av, at Svøríki, Týskland, Háland og Stórabretland hava gjøgnumført størri nýskipanir, eitt nú innan skipanir fyri almennar veitingar. Í hesum fýra londunum eru sostatt týðiliga færri, sum fáa almennar veitingar, enn tað eru í Danmark.
Tað er Vinnuhúsið, sum endurgevur úr arbeiðsmarknaðarkanningini hjá Dansk Arbejdsgiverforening.
Sagt verður, at um Danmark hevði lutfalsliga sama tal av fólki, sum fingu almennar veitingar sum Svøríki, so høvdu 270.000 færri danir fingið almenna veiting, og árligu útreiðslurnar høvdu verið næstan 50 miljardir krónur minni.