Fiskaprísirnir eru lægri, tá virki og skip hanga saman. Tað er niðurstøðan í eini kanning, sum Trygdargrunnurin hevur latið gera.
Kanningin vísir, at miðalprísurin á fiski, tá virki keypa fisk frá skipum, sum virkini eiga ella hava ein serligan áhuga í, er lægri enn tá skipini eru leys av virkjum.
- Prísurin, sum fæst á Fiskamarknaði Føroya, er nevniliga nakað hægri, enn tá selt verður beinleiðis til virkini. Tað er samanfall millum keyparar, sum hava áhuga í skipunum og keyparar, sum einki hava við skipini at gera.
Tað siga Niklas Hansson og Reidar Luid, sum hava gjørt hesa kanning fyri Trygdargrunnin.
Á Fiskamarknaði Føroya hava tey eisini lagt til merkis, at munur er á prísinum, sum fæst á uppboðssøluni og prísinum, sum fæst við beinleiðis sølu til virkini.
Høgni Hansen, stjóri á Fiskamarknaði Føroya, sigur í blaðnum Mið & Magn, at hann hevur hugt eftir prísinum frá januar til oktober 2015.
- Eg eri komin eftir, at samlaði miðalprísurin hjá okkum var hægri hesar mánaðirnar. Hýsan varð seld fyri tvær krónur meiri kilo, og toskurin varð seldur fyri eina krónu meiri fyri kilo, sigur stjórin.
Hann leggur aftrat, at tað eisini eru fiskasløg í hesum tíðarskeiði, har lítil og eingin munur er.