- Loysingin torfør at fáa eyga á

- Tað er veruleikafjart at trúgva, at Grønland kann loysa frá Danmark í løtuni.

 

Tað sigur Lars Løkke Rasmussen, forsætismálaráðharri í Danmark, eftir at teir tríggir leiðararnir hava havt ríkisfund í Danmark.

 

- Hvørja ferð grønlendksa stjórnin brúkar eina krónu, er helvtin úr Danmark. Eg síggi ikki hvar loysining skal koma frá, sigur Lars Løkke Rasmussen við Politiken.

 

Kim Kielsen vildi ikki gera viðmerking til útsagnirnar hjá Lars Løkke Rasmussen, men segði, at tað gongur betur í Grønlandi nú og serliga eru tað fiskivinnan og ferðvinnan, sum eru góðar inntøkukeldur hjá Grønlandi.