Mong eru samd um, at loysingarleiðin er einasta leiðin. Tí skipar Unga Tjóðveldið fyri tjóðveldistiltaki leygarkvøldið, meðan valið stendur á. Eftir lokið val eru loysingarpunkur og elektrobeats á skránni
Tjóðveldissinnaðir føroyingar eru valkvøldið 19. januar kl 20 bodnir í Cippo at deila síni hjartamál saman við øðrum, ið eru á sama máli um framtíðina hjá landi okkara. Hetta verður gjørt við valsending á stórskíggja, práti og hugna og ikki minst einari barr, har tú kanst keypa tær ymiskt at sløkkja tostan við.
Tá úrslitið av valinum er kunngjørt, kemur formaðurin hjá Tjóðveldi, Høgni Hoydal, saman við øðrum valevnum at halda røðu um komandi støðu Føroya fólks. Aftaná eina løtu við loysingarpropaganda og giraðum anda verður veitsla; 200 spæla loysingarpunk, og electro DJarnir James James og Bryn leggja tónleik á restina av náttini. Djarnir báðir lova at spæla frískan elektroniskan dance tónleik úr bæði 80unum og 90unum, men ikki minst eisini úr núverandi øld (!)
Tað er ókeypis atgongd inntil kl. 01. Eftir hetta kostar tað 100,-
Krøv og dress-code? So leingi tú hevur loysingaranda, skíta vit á, hvørjum tú ert í!









