Nógvur spenningur hevur verið knýttur at valinum til lokala parlamenti í spanska landspartinum Katalonia í dag.
Spenningurin er knýttur at júst spurninginum, um hvørs Katalonia framhaldandi skal vera ein landspartur av Spania ella um katalanar skulu søkja meira sjálvstýri.
Nú umleið 94 prosent av atkvøðunum eru upptaldar, so hava loysingarflokkarnir vunnið 72 út av 135 sessum. Tað skrivar bretska tíðindastovan BBC.
Flokkurin Junts per Si (Saman fyri Ja) hevur vunnið 62 sessir, meðan vinstraflokkurin CUP hevur vunnið tíggju sessir.
Frammanundan valinum høvdu loysingarflokkarnir gjørt greitt, at teir fóru at tulka ein sigur í lokala parlamentsvalinum sum eitt ja til loysing. Harumframt hava teir lovað, at loysingin skal takast innan teir næstu 18 mánaðirnar.
Spanska stjórnin, ið higartil hevur noktað fyri eini fólkaatkvøðu um málið, gjørdi áðrenn valið púra greitt, at teir ikki hava í hyggju at góðtaka hvørki tulkingina ella ynski hjá loysingarflokkunum um loysing.