Loysing um bakdyrnar

Palli Dalsgaard
---------

Tað er so satt, sum tað er sagt, at handan stjórnarskipanin, ið samtykt er av løgtinginum, er byrjanin til loysing um bakdyrnar.
At Javnaðarflokkurin er við í hasum spælinum, harmar meg og sanniliga eisini fleiri javnaðarveljarar.
Tað, ið mangur maður ikki skilir, er, at Sambandsflokkurin í heila tikið er ein av flokkunum, sum er við til at seta eina slíka skipan saman.
Tað, ið nú lætt kann henda til næsta val, er, at ein partur av veljarunum situr heima av tí einføldu orsøk, at eingin veit, hvat hann ella hon skal velja.
Javnaðarflokkurin er farin upp í loysingarfylgið, og tað hevur eydnast hinum flokkunum at fáa Sambandsflokkin á glið til tað sama. Fólk standa spyrjandi, hvat verður tað næsta? Tað sær ikki betur út, enn at vit gloyma tað, vit hava. Vit skulu einans hava meir, antin vit hava tað fyri neyðini ella ikki, er líka mikið. Eitt mugu bæði Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin gera sær greitt, teir hava slept einum parti av sínum veljarum upp á fjall. Vónandi hevur løgmaður spekt nakrar veljararar við sínum orðum í Skagen.