Bjørn á Heygum
Heilt síðan 1906 hevur føroyskur politikkur fyri meginpartin viðkomandi snúð seg um henda eina spurningin – samband ella loysing!
Fleiri flokkar byggja reint faktiskt sítt tilverugrundarlag uppá ríkisrættarligu klúgvingina av føroysku tjóðini.
Uttan samband og framhaldandi ríkisfelagsskap í óásetta tíð, sum stevnumið og savnandi hugsjón, var sambandsflokkurin ikki til.
Uttan loysing, kvetting og fullveldi her og nú, var tjóðveldisflokkurin ikki til.
Við hesum víðgongdu hugsjónum hava hesir báðir flokkar tikið sær nærum einkarætt uppá at umboða nøkur ting, sum vit í grundini øll kunnu vera samd um.
Sambandsflokkurin: Samstarv og tryggleika
Tjóðveldisflokkurin: Frælsi, sjálvbjargni og sjálvavgerðarrætt
Trupulleikin Føroyum er tíverri tann, at samstarvið og tryggleikin er endað í afturhaldi, og verður umboðað av einum sambandspolitikki, sum er bæði visiónsleysur, reaktionerur og uttan dynamik, stoltleika ella framfýsni.
Samstarvið og tryggleikin er endað í eini politiskari stirvnari hugsjón har vit bara varðveita og konservera verandi støðu. Sagt verður, at við framhaldandi at dúva uppá stuðul og hjálp uttanífrá, uttan nakrantíð at taka nøkur stig á sjálvbjargnisleið, er framtíðin og vælferðin tryggjað.
Sambandsflokkurin hevur sostatt valt seta sítt álit á vælvild frá øðrum, og hevur harvið onga ætlan um, at føroyingar nakrantíð skulu koma at standa á ognum beinum.
Frælsishugsjónin er somuleiðis endað í nøkrum víðgongdum sjónarmiðum fyrst og fremst umboðað av tjóiðveldisflokkinum, men eisini Fólkaflokkinum og Framsókn.
Uttan fyrilit fyri fíggjarligum realitetum skal yvirtakast og loysast, mest sum í óðum verkum!
Strembanin móti størri frælsi er vorðin ógvuslig, radikal og ábyrgdarleys, og tíverri í alt ov stóran mun merkt av kompleksum og undirlutakenslum.
Sæð verður stórt uppá álvarsligu samfelagsligu, umsitingarligu, búskaparligu avleiðingar av víðgongdu kósini. Onki reelt boð er uppá fígging av øllum yvirtøkunum, og enn minni hálovaðu republikkini.
Sjálvstýrið hevur altíð staðið fyri einari minni víðgongdari kós enn sambands- og loysingarflokkarnir umboða.
Ein virðilig tilgongd á sjálvbjargnisleið, har føroyingar, so hvørt hetta er fíggjarliga forsvarligt, taka ábyrgd av egnum landi, - er væl saktans nakað, sum allar flestu føroyingar eiga, og kunnu vera samdir um.
Hvørki ómegd ella ábyrgdarloysi er leiðin fram.
Ein konstruktivur samstarvspolitikkur, har miðað verður ímóti einum burðar-dyggum samfelag við einum sjálvberandi búskapi, er reelt einasta gongda leið, um vit skulu taka ábyrgd av okkum sjálvum.