Marjus Dam,
løgtingsmaður
Loysingarsamgongan hevur sagt fólki frá hálvum sannleikum. Veruleikin tolir nevniliga ikki dagsins ljós. Um veruleikin kom fram, stóð nakna ræðumyndin upp móti himni, so øll skulvu.
Ein veruleiki, ið ikki verður nevndur, er, at um ein maður og kona arbeiða, so verður meðal eykarokningin hjá hesum húski hvønn einasta mánaða 10.000,00 kr ella umleið 120.000,00 kr um árið afturat tí, ið goldið verður í dag (5.000,00 kr um mánaðin, fyri hvønn arbeiðandi føroying í meðal, tá ið ríkisveitingin er burtur eftir 4 árum). So tað er skeivt at taka hesa veiting burtur, uttan at tosa um avleiðingarnar fyri borgaran. Tí hesar eru sera stórar.
Loysingarfólk siga, at hetta er ein ræðumynd, ið Sambandstingmaður roynir at mála. Men tað er tað ikki. Tað er bert ein av veruleikunum, ið loysingarsamgongan roynir at fjala.
Møguliga verður rokningin enn størri enn nevnt her.
Umframt er at nevna, at tað er so nógv annað gott í Ríkisfelagsskapinum, ið vit koma at missa, og sum ikki kann gerast upp í peningi.