Loysing fær avleiðingar fyri undirsjóvartunlar

Fara Føroyar úr ríkisfelagsskapurin hesi næstu árini, fær tað avleiðingar fyri undirsjóvartunlarnar

Taka Føroyar loysing frá Danmark, kann tað fáa avleiðingar fyri fíggingina, sum er tikin í sambandi við Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin.

 

Tað váttar Teitur Samuelsen, stjóri í felagnum, sum stendur fyri at gera tunlarnar.

 

Felagið havur akkurát skrivað undir avtalu um at taka 1,6 milliardir í lán til tunlarnar og lánitíðin er 24 ár. Fíggingin er bílig, tí rentan er bara 2,73 proseny

 

Men nú Løgtingið hevur viðgjørt fíggjarlógina fyri næsta ár, tvíhildu umboð fyri andstøðuna um, at tað er ein treyt fyri at fáa so bíliga fígging, er, at Føroyar verða verandi í ríkisfelagsskapi við Danmark. Serliga var tað Kaj Leo Holm Johannesen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, sum spurdi um hetta, umaftur og umaftur.

Og hann staðfesti, at hetta er enn eitt dømi um, hvussu góður ríkisfelagsskapurin er fyri Føroyar. 

 

Men hann fekk onki svar.

 

Landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Hendrik Old, tók ikki orðið. Tað gjørdu bæði Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, og Aksel V. Johannesen, løgmaður.

 

Hvørgin teirra vildu kortini svara spurninginum, men tey vísti á, at vildi løgtingsmaðurin hava tann spurningin svaraðan, kundi hann seta landsstýrismanninum í samferðslumálum ein formligan fyrispurning.

 

Teitur Samuelsen, váttar, at ríkisfelagsskapurin er nevndur í lánsavtaluni.

 

Hann vil ikki siga nágreiniliga, hvat liggur í hesum. Men hann vísir á, at ríkisfelagsskapurin er ikki nevndur øðrvísi í hesi lánsavtaluni til tunlarnar, enn hann er nevndur í aðrari fígging hjá landskassanum.

 

Her sipar hann til, at ríkisfelagsskapurin er nevndur í treytunum, sum eru, tá ið landskassin selur obligatitiónslán

 

Treytirnar í láninum til undirsjóvartunlarnar eru akkurát tær somu, sigur Teitur Samuelsen.

 

Og har stendur, at tann, sum fíggjar, kann krevja lánið goldið, um so er, at møguleikarnar hjá landinum at rinda at rinda lánið aftur, broytast munandi, eitt nú sum ein avleiðing av, at Føroyar fara úr ríkisfelagsskapinum við Danmark.  

 

Verða okkara ríkisrættarligu viðurskifti broytt, kann tað sostatt fáa avleiðingar fyri lánsveitingina til undirsjóvartunlarnar.