Loysing ella samband til viðgerðar

Nú Løgtingið viðger broytingar í lógini um búskapargrunn, er tað í veruleikanum kjak um loysing ella samband

Sjálvbjargni er tað, sum Tjóðveldi vil hava, at búskapargrunnurin skal brúkast til.

 

Hann skal byggjast upp fyrstu árini, so landið loysnar fult út frá blokkstuðlinum. Samstundis skal hann virka, sum ein brimgarður um Føroyar, helt Pauli T. Petersen.

 

Hann segði eisini, at tá ið tíðirnar eru góðar, so kann ein velja at gjalda skuld niður ella at spara saman.

 

Bárður á Steig Nielsen, Sambandsflokkurin, segði, at Pauli T. Petersen var erligur og sigur, at hann arbeiðir fyri loysingini. Tað sum undraði han, at hetta verður gjørt við vælsignilsi frá Javnaðarfllokkinum.