Loysið posa­bandið

Føroya Pedagogfelag
-----------
Talufrælsið og skyldan at tala at atfinningarsomum við­urskiftum og um­støð­­um skal setast í há­sæti. Tað siga limirnir í Før­oya Pedagogfelag í yvir­lýs­ing, sum varð sam­tykt á aðalfundinum hjá fe­lag­num á Hotel Før­oy­um í dag.
Yvirlýsing: Hetta sein­asta árið hevur nógv fok­us verið á leiklutin hjá alment settum starvs­fólki – tað veri seg hjá komm­unum ella hjá landinum – í almenna kjakinum.
Dømi eru um, at starvsfólk í Almanna­verkinum hava kent tað soleiðis, at tey í ávísum málum hava kent seg hótt av ovastu leiðsluni, og hava fingið munnkurv.
Hetta er hent, eftir at starv­sfólk alment hava gjørt vart við viðurskifti, tey ikki kundu góðtaka, eftir at tey fyrst hava gjørt vart við seg hjá av­varandi leiðslu.
Ítøkiliga hevur tað snúð seg um sparingar og niður­rað­fest­ingar, har avleiðingin hevur verið, at tænastustøðið mót­vegis brúkarunum er vorð­ið so ringt, at starvsfólk ikki vildu leggja hvørki rygg ella navn til tað, og/ella at arbeiðs­um­støðurnar eru vorðnar so mikið verri, at tað er fari um mark hjá starvsfólkunum.
Væl vitandi, at tað kann vera ógvuliga møtumikið at siga sína hugsan um ar­beiðs­viðurskifti og aðr­ar um­støður, serliga á smáum arbeiðsplássum, ella har tað er stutt millum starvsfólk og ovastu leiðslu, vissar Føroya Peda­gogfelag sínar limir um, at tað altíð vil vera har og á allan hátt bakka upp, tá námsfrøðingar og hjálpar­fólk brúka sítt talu­frælsi og røkja sína skyldu at vísa á óreglu­semi ella onnur ótolandi viður­skifti.
Meðan ávísir leiðandi politik­arar ganga øvugtan veg og agitera fyri einum meira aftur­latnum samfelag, og mill­um annað vilja skerja møgu­leikarnar at fáa alment innlit, so leggja námsfrøðingar og námsfrøðilig hjálparfólk dent á sín rætt og ikki minni skyldu, at siga sína meining um at­finningarsom viðurskifti á dag­stovnum, serstovnum og alla aðra staðir, har limir í Før­oya Pedagogfelag virka og starv­ast.

Soleiðis samtykt á aðalfundinum hjá Føroya Pedagogfelag 5. apríl 2014.