Tað kann ikki nytta, at vit sita í Tinganesi og skjóta eftir vinnuni, ella vinnan situr og skjýtur eftir okkum. Vit eru í sama báti. Vit skulu finna og loysa trupulleikarnar saman. Og tí er tað gleðiligt, at bæði andstøðan og vinnan reagera positivt. So eg vil hervið bjóða til ein dialog við bæði vinnuna og andstøðuna. Hann er avgjørt neyðugur. Eingin loysir henda trupulleika einsamallur. Tað skulu allir partar vera við til sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður.










